[Ó]RÓ


[Ó]RÓ
Serframsýning · Hans Olsen
Gallarí Havnará
Havnará 3
FO 100 · Tórshavn
12. september – 17. september 2026
Fernisering · 12. september kl. 19.00
Live tónleikur · verður kunngjørdur seinri
Síðani opið hvønn dag
kl. 16.00–18.00
Óró og ró
At venda aftur til Føroya við einari solo-framsýning er eisini at venda aftur til nakað, sum altíð hevur verið við mær.
Landslagið. Ljósið. Veðrið. Stillið. Og kenslan av einum staði, sum bæði kann kennast nær og langt burturi.
Í [Ó]RÓ verða hesi minni og kenslur umskapað til eitt surrealistiskt og poetiskt myndamál. Verkini røra seg millum veruleika og dreym, millum tað kenda og tað ókenda – og millum ró og órógv.
Menniskju, hús, tóm rúm og landsløg koma fram sum brot úr einum minni. Summastaðni er menniskjað sjónligt, aðrastaðni bert sum ein skuggi ella ein kensla av, at onkur hevur verið har. Tey siga ikki eina ávísa søgu, men lata áskoðaran finna sína egnu.
Tað føroyska landslagið er ikki endurgivið, sum tað sær út. Heldur er tað ein innara mynd av einum staði – formað av tíð, frástøðu og minni.
[Ó]RÓ snýr seg um hesa tvístøðuna.
At hoyra til og samstundis standa uttanfyri.
At leita eftir friði og merkja órógv.
At fara burtur – og kortini bera heimstaðin við sær.
Eg eri sjálvlærdur myndlistamaður, og arbeiði mítt røkkur millum talgilda myndagerð, tekning, málning og prentlist. Eg havi eisini ment mínar førleikar gjøgnum fakliga undirvísing, millum annað eina masterclass hjá Steve McDonald, sum hevur arbeitt sum teknari fyri Pixar og Disney.
Arbeiðsgongdin byrjar ofta við skitsum og talgildari myndagerð og heldur fram við kompositión, tekning, málning og nágreiniligari eftirviðgerð. Endaligu verkini verða prentað sum giclée fine-art prent við pigmentblekki á útvald listapappír frá Hahnemühle, har strukturur, ljós og yvirflata gerast ein partur av sjálvum verkinum. Summi verk verða harumframt handviðgjørd eftir prenting, so tað talgilda og tað analoga renna saman.
Fyri meg er tøknin tó ongantíð endamálið.
Tað týdningarmesta er kenslan, sum verður eftir, tá myndin tigur.
Hans Olsen · 2026


